- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdur fyri at bróta lógina um djóravælferð
Ein maður og eitt smápartafelag hjá manninum eru ákærd fyri at bróta níggju greinar í lógini um djóravælferð.
Sambært ákæruritinum kom málið undan kavi fyrst í apríl i fjør.
Tá hevði maðurin í langa tíð misrøkt neyt síni so illa, at nógv teirra máttu avlívast eftir boðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, stendur í ákæruritinum.
Neytini fingu ikki nóg mikið at eta og drekka, og boð vóru ikki send eftir djóralækna, tá tey vóru sjúk. Og fjósið var ikki egnað til neytahald. Heldur ikki var útgerðin í tí egnað.
Krevur fongsulsrevsing
Maðurin megnaði ikki sjálvur at hava neytini, men hann bað ikki egnað fólk um hjálp, sigur ákæruvaldið.
Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing til mannin og sekt til smápartafelagið.
Kravið er eisini, at maðurin ikki sleppur at eiga ella at fáast við djór yvirhøvur í framtíðini.
Ákæruritið var sent Føroya rætti fyrst í juli. Men tað er ikki komið á rættarlistan enn.