- Tíðindi, mentan og ítróttur
1300 næmingar til landsroynd
Í hesari vikuni eru stívliga 1300 næmingar í fimta ella sjeynda flokki fólkaskúlans til landsroynd.
Hetta eru landsroyndirnar, sum skuldu vera í mai, men korona útsetti. Og tað eru royndirnar, sum vóru klárar í mai.
Tær eru ikki broyttar, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, við Skúlablaðið.
Ætlanin er at hava landsroyndir í framtíðini á sama hátt sum nú.
Arbeitt verður alla tíðina við at menna uppgávurnar.
Yvirskipað kann landsstýrismaðurin koma við uppskotum um broytingar, tí landsroyndirnar eru ásettar í lóg.
Eyðun Gaard sigur, at landsstýrismaðurin hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða fólkaskúlalógina.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndir frá landsroyndini í Skúlanum á Fløtum fyrrapartin.