- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fer at luftturka nýsligið gras
Fer at luftturka nýsligið gras
Jóhan Fagraklett hevur fingið 100.000 krónur til at menna eina luftturki-skipan
Mynd: Savnsmynd
13.09.2022 - 17:55
Tríggjar verkætlanir hava fingið landbúnaðarstuðul til menning av verkætlanum.
Nám og Búnaðarstovan við Siggu Rasmussen á odda hava fingið 565.000 krónur til at gera frálærutilfar um grønmetisframleiðslu.
Barbara Vestergaard hevur fingið 260.000 kr. til at menna ein skynsaman hátt at vaska, karða og spinna føroyska ull, og Jóhan Fagraklett hevur fingið 100.000 krónur til at menna eina skipan, sum skal luftturka nýsligið gras.
Jóhan Fagraklett greiðir soleiðis frá verkætlanini:
13092022_Johann_Fagraklett
Verkætlanirnar skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuna og skulu vera lidnar fyri árslok næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV