Fær ikki avleiðingar fyri Putin

Fær ikki avleiðingar fyri Putin
Ukrainski herurin rekur russiskar deildar aftur, og kommunalir leiðarar vilja hava forsetan frá. Men tað fær ongar avleiðingar í løtuni
Tór Marni Weihe lesur russiskt og fylgir russiskum viðurskiftum. (Mynd av Facebook-vanga)
 
13.09.2022 - 11:55

Ringa gongdin hjá Russlandi í landnyrðingspartinum av Ukraina fær ikki avleiðingar fyri russiska forsetan, sum støðan er nú.

Tað sigur Tór Marni Weihe, sum lesur russiskt og fylgir russiskum viðurskiftum.

Seinastu tvær vikurnar hevur ukrainski herurin rikið russiska herin aftur í stórum økjum, og hetta hevur fingið fleiri í Russlandi at seta spurnartekin við gongdina í krígnum og hernaðarleiðsluna.

Men enn er ov tíðliga at siga, at talan er um skipað rák ímóti kósini hjá sitandi forsetanum, sigur Tór Marni Weihe, eftir at 18 kommunalir leiðarar í St. Pætursborg og Moskva í gjár sendu út skriv, har teir heittu á Putin forseta um at leggja frá sær.

Tór Marni Weihe var í Breddanum fyrrapartin:

 

13_092022_Tor_Marni_1

 

Ukraina, Russland, Putin

Frítekst tagging: 

 

Búskaparliga støðan í Russlandi er heldur ikki vorðin so ring, sum spátt var um, tá revsitiltøkini vóru sett í verk, hóast eitt nú inflatiónin í Russlandi nærkast 20 prosentum:

 

13_092022_Tor_Marni_2

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657