Føroyski toskafiskiskapurin missir MSC-góðkenning

Føroyski toskafiskiskapurin missir MSC-góðkenning
Mikudagin missa Føroyar fyribils MSC-góðkenningina fyri tosk, tí gýtingarstovnurin er farin niður um markvirðið hjá ICES fyri burðardygd
Eftir 14. september ber ikki til at selja føroyskan tosk sum MSC-góðkendan, sum merkir, at hann er fiskaður burðardygt
Mynd: Savnsmynd  
 
12.09.2022 - 06:45

Gýtingarstovnurin hjá toskinum undir Føroyum er farin niður um markvirðið fyri burðardyggan fiskiskap. Tí missir føroyski fiskiskapurin eftir toski sína MSC-góðkenning. 

Tað sigur Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF), sum er samstarv millum fiskivinnuna og granskingarumhvørvið í Føroyum við tí fyri eyga at skapa burðardyggan fiskiskap í havumhvørvi okkara. 

FISF sigur, at fyribils steðgurin í góðkenningini merkir, at toskur, sum er fiskaður eftir 14. september kann ikki seljast og marknaðarførast sum MSC-góðkendur.

 

Harmiligt

FISF harmast um, at MSC-góðkenningin fyri tosk verður steðgað bara eitt ár eftir, at hon kom.

Møguligt er at fáa MSC-góðkenningina aftur, tá stovnsmetingarnar hjá Havstovuni og ICES vísa, at gýtingarstovnurin hjá toski aftur er komin á eitt nøktandi støði, sigur FISF.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835