Fólkatalið í Eiðis kommunu setir met

Fólkatalið í Eiðis kommunu setir met
Ongantíð áður hava so nógv fólk búð í Eiðis kommunu, sum nú
Eiði er vorðið eitt sera væl umtókt stað at seta búgv, tí nú búgva met nógv fólk í kommununi
Mynd: Savnsmynd  
 
05.09.2022 - 15:36

Nú búgva 810 fólk í kommununi, og so nógv fólk hava ongantíð búð í kommununi, sum umframt Eiði, eisini fevnir um bygdirnar Ljósá og Svínáir.

Um aldarskiftið búðu sløk 700 fólk í Eiðis kommunu.

So minkaði talið nakað, og í 2010, tá ið tað var lægst, var talan um 659 fólk.

Síðan 2010 hevur tað gingið rættan vegin. Í 2021 vaks fólkatalið við fleiri enn 30 fólkum.

Fleiri enn 20 tjóðskapir eru umboðaðir í Eiðis kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008