Ferðafólkini seta væntandi met í ár

Ferðafólkini seta væntandi met í ár
Ann Askham, ferðaleiðari, heldur, at ferðafólkini áttu at verið býtt út um landið, so tað slepst undan nógvum sliti á ávísum støðum
Nógv bendir á, at ferðavinnan fer at seta met í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2022 - 15:05

Talið av ferðafólki fer ivaleyst at seta met aftur í ár, halda fólk í ferðavinnuni.

Fyrr eru tey í størstan mun komin úr Norðurlondum og Norðurevropa, men nú koma alt fleiri úr øðrum londum eisini. Eitt nú úr Asia og serliga Kina.

Hinvegin hevur stórt tal av týskarum, sum stúra fyri koronu og kríggi, hildið seg burtur í ár, segði Ann Askham, ferðaleiðari, við Tórð Mikkelsen í morgunsendindini í morgun.

Hon kundi tó hugsað sær, at ferðafólkini vórðu betur býtt út um landið, so ikki øll skulu í tey 3-4 støðini, sum eru illa slitin av teimum nógvu vitjanunum:

 

26082022_Ferdavinna_til_net

 

Ann Askham er ferðaleiðari.

 

Ferðamannaskipini eru eisini afturkomin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050