- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekur drúgva tíð at broyta byggisamtykt
Tað verður ikki enn á sinni, at tey, sum hava mótmælt ætlaðu broytingunum í byggisamtyktini fyri miðbýarkjarnan í Havn, fáa at vita, um mótmælini vera tikin til eftirtektar.
Ikki fyrr enn um ein góðan mánað fer býráðið at viðgera mótmælini og viðmerkingarnar.
Tað verður væntandi á býráðsfundi 29.september, upplýsir Tórshavnar kommuna.
Fimm mótmæli og viðmerkingar
Fimm mótmæli og viðmerkingar eru komin um ætlanina hjá Tórshavnar kommunu at broyta byggisamtyktina fyri miðbýarkjarnan í Havn.
Ætlanin er at byggja íbúðir í bygningunum hjá Frants Restorff.
Ætlanin er eisini at broyta serstøku byggisamtyktini fyri Dr.Jakobsensgøtu og Sverrisgøtu, so bygningarnar, sum skulu gerast til íbúðir, verða tiknir úr henni.
Eisini broytingar í Kirkjubø
Í sambandi við ætlanina at broyta byggisamtyktina fyri Kirkjubø hava tvey gjørt vart við seg.
Uppskotið er at broyta byggisamtyktina, so nakrir matriklar í Kirkjubø, sum nú eru ætlaðir til bóndahús og frílendi, kunnu brúkast til almennar stovnar.
Eisini hesi mótmæli og viðmerkingar vera løgd fyri býráðið 29.september.
Freistin at mótmæla ella at koma við broytingaruppskotum um nýggju serstøku byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku í Havn var til í dag, men hon er longd til 25.september.
Tekur langa tíð
Tað tekur langa tíð at broyta eina byggisamtykt. Fyrst skal uppskotið liggja alment frammi í seks vikur.
Síðani skal tað aftur í býráðið ella bygdarráðið.
Vinna mótmæli ikki frama har, fer málið í Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýrismannin í kommunumálum, Magnus Rasmussen.
Hann tekur síðani avgerðina um broytingar í byggisamtyktum.