- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samleikin: Gjøldini eru politiskur spurningur
Samleikin: Gjøldini eru politiskur spurningur
Nicolai Balle, verkætlanarleiðari á Talgildu Føroyum, heldur, at tað ikki kann ganga nógv skjótari at fáa fleiri tænastuveitarar, enn tað hevur gjørt
25.08.2022 - 14:29
Á Talgildu Føroyum hava tey staðfest, at partar av vinnulívinum finnast at íbindingargjaldinum og rakstrargjaldinum, sum krevst fyri at knýta tænastur upp í Samleikan.
Men spurningurin er politiskur, um gjøldini skulu takast av ella tillagast, sigur Nicolai Mohr Balle, verkætlanarleiðari á Talgildu Føroyum.
Í dag kunnu fólk rita inn við Samleikanum hjá 15 tænastuveitarum.
Verkætlanarstjórin heldur ikki, at tað kann ganga nógv skjótari, enn tað hevur gjørt.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
25042022_Balle_um_Samleikan
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV