- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov dýrt at fáa tænastur á Samleikan
Ov dýrt at fáa tænastur á Samleikan
KT-vinnan heldur, at samfelagið ikki fær fullan ágóða av íløguni, um vend ikki kemur í
25.08.2022 - 14:21
Talgildu Føroyar mugu gera tað lættari hjá privatum fyritøkum at knýta tænastur at talgilda Samleikanum.
Tað heldur KT-vinnan, sum vísir á, at samfelagið ikki fær fullan ágóða av íløguni, um vend ikki kemur í.
Fyri at gerast tænastuveitari á Samleikanum krevst eitt íbindingargjald, sum skal rindast eina ferð og árligt rakstrargjald.
- Hesi gjøldini eru ein forðing, sigur Ólavur Ellefsen, nevndarlimur í KT-felagnum:
25082022_Samleiki_og_KT-felagid
Ólavur Ellefsen er nevndarlimur í KT-felagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV