- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koks sleppur ikki at byggja við Fossdalsgjógv
Gist&Vist sleppur ikki at byggja nýggj hølir til matstovuna Koks við Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað.
Yvirfriðingarnevndin noktar at lata fyritøkuni byggiloyvi.
Í úrskurðinum, har fýra av fimm limum í Yvirfriðingarnevndini, nokta loyvi, verður staðfest, at talan er um eitt stórt inntriv í náttúruna. Matstovan hevur einki tilknýti til økið, og kann tí staðsetast aðrastaðni, sigur meirilutin í nevndini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Sí svarini, ið Yvirfriðingarnevndin hevur sent til partarnar í málinum:
Svar frá Yvirfriðingarnevndini til bóndan
Svar frá Yvirfriðingarnevndini til Gist & Vist
Svar frá Yvirfriðingarnevndini til Tórshavnar kommunu
Byggiætlanin hjá Gist&Vist við Fossdalsgjógv hevur verið nógv umrødd seinastu árini. Sí innslag, sum Dagur og Vika gjørdu um ætlanina: