Dómsviðgerðin í Eikmálinum verður liðug í dag

Dómsviðgerðin í Eikmálinum verður liðug í dag
Málið verður síðani tikið upp til dóms, og dómurin hjá Landsrættinum kemur í heyst
Dómurin hjá Landsrættinum í Eikmálinum kemur í heyst. 
 
25.08.2022 - 09:13

Dómsviðgerðin, proseduran, í Eikmálinum í Eystari landsrætti verður liðug í dag.

Og tá verður málið tikið upp til dóms.

Teir tríggir advokatarnir hjá Eikmonnunum høvdu orðið í síðstu viku, og hesa vikuna hevur advokaturin hjá Fíggjarligum støðufesti havt sína proseduru.

Teir tríggir Eikmenninir, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, ið var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik, vórðu í Føroya rætti 18.november 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi. 

Teir kærdu dómin til Landsrættin.

Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella, í øðrum lagi, at skula gjalda minni enn 150 milliónir krónur.

Fíggjarligt støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.

Dómurin hjá Landsrættinum kemur í heyst. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109