- Tíðindi, mentan og ítróttur
SSL hevur kunnað vinnuna um støðuna
Hóast flutningurin við ferðafólki og bilum tykist ganga væl við Herjólfi III, eru avbjóðingarnar viðvíkjandi farmflutninginum munandi størri.
Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan hevur kunnað vinnuna í Suðuroynni um støðuna við Herjólfi III í góðari tíð. Og SSL flytur bara ein lítlan part av vørunum hjá Bakkafrosti og Varðan úr Suðuroynni, sigur hann:
Vit hava eisini verið í sambandi við Bakkafrost, ið er hin stóra fyritøkan, sum hevur nógv virksemi í Suðuroy. Símin P. Jacobsen er sølustjóri á Bakkafrosti, og hann sigur soleiðis um avbjóðingina:
Síðani samrøðan var gjørd, hevur Símin P. Jacobsen boðað Kringvarpinum frá, at Bakkafrost hevur loyst sínar avbjóðingar við farmaflutningi úr Suðuroy, meðan Smyril er í dokk, og til hann aftur fer at røkja Suðuroyarleiðina.