Helvtin av ullini fór til Onglands

Helvtin av ullini fór til Onglands
Meginparturin av ullini í fjør var fyrsti flokkur
Ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni hevur fingið umleið 30 tons av ull í ár, og nú verður søkt eftir fólki at skilja og pakka ullina.
 
23.08.2022 - 08:41

Helvtin av ullini, sum Búnaðarstovan fekk í fjør, var seld til Onglands.

Ullarmóttøkan lýsti 22,8 tons til sølu hálvan oktober í fjør. Nógv tað mesta, okkurt um 20 tons, var fyrsti flokkur.

Tey, sum vildu keypa ullina, kundu bjóða upp á hana.

Búnaðarstovan miðaði eftir einum minstaprísi, sum er 8,00 kr. fyri kilo í fyrsta flokki, og 2,00 kr. fyri kilo í øðrum flokki, umframt meirvirðisgjald.

Tá avtornaði, fór helvtin av ullini til Onglands.

Í ár fekk ullarmóttøkan hjá Búnaðarstovuni 30 tons av ull.
  
Búnaðarstovan søkir nú eftir fólki at skilja og pakka ullina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109