Hondbólturin byrjar við Lionsbikarinum

Hondbólturin byrjar við Lionsbikarinum
Hondbóltsárið byrjar um vikuskiftið við dystunum um Lionsbikari. H71 og Kyndil hittast hjá kvinnunum, meðan KÍF skal royna seg ímóti hoyvíkingum hjá monnunum
Dysturin um Lions-bikarið hjá kvinnum er ein endurtøka av steypafinaluni síðsta kappingarár
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
22.08.2022 - 12:45

Hondbóltsárið byrjar um vikuskiftið, tá dystirnir um Lionsbikari eru á skránni.

Hjá kvinnum spæla meistarin, H71, ímóti steypavinnarunum úr Kyndli, meðan greipuvinnararnir hjá monnum, H71, skulu dystast ímóti KÍF, sum tapti í FM-finalunum síðsta kappingarár. 

Dystirnir eru sunnudagin 4. september í Hoyvíkshøllini.

Lions Club í Føroyum skipar fyri dystunum saman við Hondbóltssambandi Føroya, og sum vant verður eitt vælgerandi endamál stuðlað. 

Hesaferð er tað áhugafelagið, Hoyr, sum fær ágóðan av dystunum. Hoyr arbeiðir fyri hoyrnina í breiðastu merking og at betra dagligu umstøður teirra, ið hava niðursetta hoyrn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109