Inger Støjberg og Mette Frederiksen kappast um atkvøður

Inger Støjberg og Mette Frederiksen kappast um atkvøður
Bæði forkvinnan í Danmarksdemokratunum og forsætisráðharrin stilla upp í Norðurjútlandi
Inger Støjberg, forkvinna í Danmarksdemokratunum, stillar nú upp í Norðurjútlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.08.2022 - 14:27

Inger Støjberg fer at kappast við Mette Frederiksen um atkvøðurnar í Norðurjútlandi til næsta fólkatingsval.

Inger Støjberg hevur fyrr verið á listanum hjá Vinstraflokkinum í nógv ár. Tá stillaði hon upp í Vesturjútlandi, og fekk flestar persónligar atkvøður har.

Men sum oddakvinna í nýstovnaða politiska flokkinum, Danmarksdemokratarnir, fer Støjberg nú í beinleiðis kapping við sitandi forsætisráðharran, Mette Frederiksen. Og tað er ikki av tilvild.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, stillar eisini upp í Norðurjútlandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Skal flyta atkvøður

- Hetta er týdningarmikið fyri Inger Støjberg, tí hon fer eftir at flyta atkvøður frá Javnaðarflokkinum til bláa veingin. Fyrstu veljarakanningarnar vísa, at hon hevur besta møguleikan at draga veljarar yvir um miðjuna. Og tað er avgerandi fyri at tryggja ein borgarligan forsætisráðharra næsta valskeið.

Tað sigur Christine Cordsen, politiskur korrespondentur hjá DR.

Til fólkatingsvalið í 2019 royndi Vinstraflokkurin at fáa Inger Støjberg at stilla upp í Norðurjútlandi. Tá segði hon nei.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275