Mæla til at ákæra skiparan á Vesturbúgvanum

Mæla til at ákæra skiparan á Vesturbúgvanum
Skiparin sovnaði, tá Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan, sum sakk
Sjóvinnustýrið mælir ákæruvaldinum til at reisa ákæru móti skiparanum á Vesturbúgvanum.
 
09.08.2022 - 10:10

Sjóvinnustýrið fer at mæla ákæruvaldinum til at ákæra skiparin á trolaranum, Vesturbúgvanum, fyri brot á millum annað vaktarhaldskunngerðina.

Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði, tá skip hansara var á samanstoytskós og rendi á Eysturbúgvan, sum sakk.

At skiparin svav er tað sama sum, at eingin var á brúnni.

Hann hevði sovið ov lítið undanfarnu dagarnar, tá Vesturbúgvin var á skipasmiðju, tí tøkniligir trupulleikar vóru og soleiðis, sum vaktarhaldið var skipað.

Ávaringin á brúnni, sum skal siga frá í tílíkum førum, var ikki tendrað.

Tað er niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini, Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið tíðliga um morgunin 14. apríl, skírisdag, tá partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin stoyttu saman.

 

Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan skírisdag, tá teir partrolaðu 120 fjórðingar úr Føroyum.

 

Allir vóru bjargaðir

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at brotini eru nøkur. Skiparin hevði ikki fingið nóg nógvan svøvn, eingin var á brúnni at halda vakt, og brúgvavakstalarmurin var sløktur.

Óhappið hendi í ein útsynning sunnan, 120 fjórðingar úr Føroyum.

Allir sjey menninir á Eysturbúgvanum vóru bjargaðir umborð á Vesturbúgvan.

Óhappið hendi, tá skipini, sum partrolaðu, skuldu knýta bæði skipini í trolið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV