- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leggja síðstu hond á Eik-málið
Eystari landsrættur leggur nú síðstu hond á stóra sakarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og teir tríggjar Eik-menninar, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, ið var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.
Málið byrjaði 26.apríl.
Nakrir dagar vóru í apríl, nakrir í mai, nakrir í juni, og málið er aftur fyri nú í vikuni og í komandi viku. 25 rættardagar vóru settir av.
Kærdu dómin til Landsrættin
Teir tríggir menninir vóru í Føroya rætti 18.november 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi.
Teir kærdu dómin til Landsrættin.
Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella, í øðrum lagi, at skula gjalda minni enn 150 milliónir krónur.
Fíggjarligt støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.
70.000 skjøl
Málið er stórt. Í Føroya rætti vardi tað í 45 dagar.
Nøkur vitni eru, og 70.000 skjøl eru í málinum.
Ingi Højgaard er sakførari hjá Frithleivi Olsen, Christian Andreasen hjá Odd Bjellvåg og Søren Lundsgaard hjá Marneri Jacobsen.
Claus Juel Hansen er sakførari hjá Fíggjarligum støðufesti.