- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grannaløg kunnu sjálvi samskipa hitaloysnir
Grannaløg kunnu sjálvi samskipa hitaloysnir
Tað kann vera ein avbjóðing við jarðhita í grannaløgum, har tætt er millum húsini
09.08.2022 - 08:25
Í grannaløgum, har tætt er millum húsini, er ikki altíð nóg mikið av plássi til eitt jarðhitahol til hvørt hús.
Trupulleikin kann loysast við felags hitaloysnum, men tá eiga grannaløgini sjálvi at taka stigið og samskipa tað, sigur høvuðsstaðarkommunan.
Í dag er tað kommunan, sum viðger og góðkennir loyvi til jarðhitahol út frá ásetingum í løgtingslóg, meðan Orka viðmælir hesi loyvini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindununum:
1542599
Fríður P. Dalsgarð er býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu.
Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. (Mynd: Jens Kr. Vang)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV