Eykabýráðsfundur um 150 bústaðir á Argjahamri

Eykabýráðsfundur um 150 bústaðir á Argjahamri
MT Højgaard hevur nógv lægsta tilboðið, og umsitingin mælir býráðnum til at taka av
Trý tilboð eru komin upp á arbeiðið at gera klárt at byggja bústaðir á Argjahamri, og umsitingin mælir til at taka av tilboðnum fra MT Højgaard.
Mynd: Tórshavnar kommuna.  
 
09.08.2022 - 10:45

Tórshavnar býráð fer á eykabýráðsfundi í dag taka støðu til tilboðini upp á gera klárt at byggja yvir 150 bústaðir á Argjahamri.

MT Højgaard hevur nógv lægsta tilboðið, og umsitingin mælir býráðnum til at taka av.

Tilboðið er 14 mió. kr. lægri enn næstlægsta tilboð.

Hini tilboðini eru frá J&K Petersen og Articon.

Eykabýráðsfundur má vera, tí freistin at svara byggifelagnum er úti fríggjadagin.

Næsti regluligi býráðsfundur er 1.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV