- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta at fáa undirskriftir úr øllum landinum
Smyril skal ikki í dokk, fyrr enn eitt annað avloysaraskip er funnið, sum er líka stórt sum Smyril og siglir líka skjótt.
Tað er kravið frá suðuroyingum, sum nú eru farnir at savna undirskriftir móti ætlanini at seta Herjólf III inn sum avloysaraskip á Suðuroyarleiðini.
Fróði Mortensen úr Trongisvági hevur tikið stig til at savna undirskriftir talgilt móti ætlanini at lata Herjólf III avloysa Smyril, meðan hann er í dokk.
Suðuroyingar er ikki nøgdir við, at Herjólfur III skal avloysa Smyril. (Mynd: Bjarni Rubeksen)
Kravið er, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum gevur Strandferðsluni boð um, at Smyril skal ikki fara í dokk, fyrr Strandferðslan hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip.
Fróði Mortensen sigur, at vónin er at fáa undirskriftir úr øllum landinum. Um tað eisini kemur upp á tal at mótmæla á annan hátt, er ikki greitt enn.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: