- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm prestar eftir at yvirtaka
Hóast føroyska fólkakirkjan formliga varð yvirtikin í 2007, hava onkrir snøklar verið eftir, tí fimm prestar eru enn danskir tænastumenn - men ikki so leingi aftrat.
Talan er um prestarnar Jónsvein Bech, Patrick de Neergaard, Hera Joensen, Sverra Steinhólm og Meinhard Bjartalíð.
Tosað hevur verið aftur og fram millum føroyskar og danskar myndugleikar, og nú er komið á mál.
Tí kundi Jógvan Fríðriksson, biskupur, fyri fáum døgum síðani geva donsku myndugleikunum boð um, at føroyska fólkakirkjan er til reiðar, so hesir fimm prestarnir kunnu verða loystir úr tænastuni sum danskir tænastumenn.
- Tá ið vit hava fingið hesar fimm prestarnar heim - um eg so kann siga - er yvirtøkan av fólkakirkjuni umsíður fullførd, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur: