Hasfjord aftur tekniskar trupulleikar

Hasfjord aftur tekniskar trupulleikar
Hasfjord lá í Skopun, tá brekið var staðfest, og ógreitt er, nær hann fer aftur í sigling
Tað er stutt síðani, at Hasfjord stóð á sleipistøð í Havn í fleiri vikur, tí hann hevði brek. Nú er aftur galið.
 
04.08.2022 - 10:23

Nú er aftur galið við Hasfjord.

Hann siglir ikki fyribils orsakað av tekniskum trupulleikum, sigur heimasíðan hjá Strandfaraskipum landsins.

Trupulleikar eru við einum frekvensumformara, sum stýrir pumpuni til stýrimaskinuna.

Hasfjord liggur í Skopun, og brekið var staðfest í morgun, tá ið teir skuldu starta. Hasfjord hevur tí ikki verið í sigling í morgun.

Tað er enn ikki greitt, nær Hasfjord fer í sigling aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV