Skulu boða frá fyri at sleppa undan at rinda eftirløn

Skulu boða frá fyri at sleppa undan at rinda eftirløn
Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá Taks
Starvið skal vera tíðaravmarkað fyri at sleppa undan at gjalda eftirløn, sigur Taks.
 
03.08.2022 - 09:36

Tá fólk koma til Føroya at arbeiða, er umráðandi hjá teimum at fáa við í setanarsáttmálan, hvussu leingi, tey skulu arbeiða her. Starvið skal vera tíðaravmarkað.

Tí annars sleppa tey ikki undan at gjalda eftirløn.

Hetta hevur Taks avgjørt, og ta avgerðina hevur Kærustovnurin staðfest.

 

Vildi sleppa undan at gjalda

Tann, sum kærdi avgerðina hjá Taks, søkti um at sleppa undan at rinda til føroyska eftirlønarskipan.

Í umsóknini verður upplýst, at starvið byrjaði 1.apríl 2020 og endaði 31.januar 2022.

Men Taks segði, at í setanarsáttmálanum er eingin endadagur. Tí er starvið ikki tíðaravmarkað, segði Taks. Og tí verður ikki givin frítøka.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV