- Tíðindi, mentan og ítróttur
Limir í MEGD hava eisini tørv á bráðfeingis hjálp
Prístalsvøksturin rakar ójavnt, og sjóneykan má setast á, hvør tað er, sum hevur tørv á hjálp. Og vit mugu eisini vita meira um, júst hvørja hjálp fólk hava tørv á.
Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD.
Hon sigur eisini, at fleiri av teirra limum, sum stríddust frammanundan, nú stríðast enn meira:
Fleiri av limunum hjá MEGD hava tørv á bráfeingis fíggjarligari hjálp.
Tóra við Keldu fegnast tí um, at Bárður á Steig, løgmaður, hevur lovað upp í 7.000 krónur til teirra, sum eru meinast rakt, men hon vil hava at vita, hvat er grundarlagið undir júst hesari upphæddini:
Uppskotið um fíggjarligan stuðul til illa sperd húski verður lagt fyri tingið fyrst í september.