Springarar í Skálafirði

Springarar í Skálafirði
Tað var klokkan seks í morgun, at boðað var frá, at springarar vóru sæddir innarliga í Skálafirði
100 springarar doyðu í Skálafirði í morgun.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
29.07.2022 - 09:43

100 springarar løgdu beinini á Skálafirði í morgun.

Tað var klokkan seks í morgun, at boðað var frá, at springarar vóru sæddir innarliga í Skálafirði.

Farið var undir drápið smáar tímar seinni, tí bíðað var eftir fólki og sergjørdum mønustingara til springara.  

Hesir sergjørdu mønustingarar til springarar vóru nýttir á fyrsta sinni og sambært sýslumanninum, Jens Jensen, gekk drápið sera væl. 

Springararnir vórðu hildnir til klokkan 7.45 og kl. 7.53 var drápið av. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV