Skal sigla fyri Smyril í 44 dagar

Skal sigla fyri Smyril í 44 dagar
Nú er greitt, at Herjólfur III byrjar á Suðuroyarleiðini fyri Smyril fríggjakvøldið 19.august
Herjólfur III skal sigla fyri Smyril í 44 dagar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.07.2022 - 13:32

Nú er greitt, at Herjólfur III byrjar á Suðuroyarleiðini fyri Smyril fríggjakvøldið 19.august.

Seinasti túrur hjá Smyrli verður av Havnini kl.18.30 tað kvøldið. Síðani fer hann í dokk í Munkebo á Fjóni.

Hann fer væntaði aftur í siglingina mánadagin 3.oktober. 

Væntandi fer Herjólfur III undir royndarsigling fyrst í komandi viku. 

Farmasigling

Gongst sum ætlað, fer Herjólfur í farmasigling alt fyri eitt á Suðuroyarleiðini.

Ferðaætlanin kemur 5.august.

Plássbíleggingarskipan verður tøk hjá ferðafólki og akførum frá 10.august, siga Strandfaraskip landsins.

Herjólfur III kann við verandi loyvum taka upp til 481 ferðafólk og okkurt um 65 bilar. 

Meðan Herjólfur III røkir siglingina fyri Smyril, verða stórar avmarkingar í farmaflutninginum á Suðuroyarleiðini, sigur Strandferðslan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV