Skaðanevndin: Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði

Skaðanevndin: Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði
Eysturbúgvin sakk, tá Vesturbúgvin rendi á, men øll manningin var bjargað
Vesturbúgvin á Havnini eftir samanstoytin við Eysturbúgvan, sum sakk.
 
27.07.2022 - 08:20

Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði, tá skip hansara var á samanstoytskós og rendi á Eysturbúgvan.

At skiparin svav, er tað sama sum, at eingin var á brúnni.

Skiparin sovnaði, tí hann hevði sovið ov lítið undanfarnu dagarnar, tí Vesturbúgvin var á skipasmiðju, tí tøkniligir trupulleikar vóru og soleiðis, sum vaktarhaldið var skipað.

Ávaringin á brúnni, sum skal siga frá í tílíkum støðum, var ikki tendrað.

Tað er niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini, Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið tíðliga um morgunin 14. apríl, skírisdag, tá partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin stoyttu saman, og Eysturbúgvin sakk tíggju minuttir seinni á meira enn 500 metra dýpi.

Vesturbúgvin fekk lítlan skaða.

 

Øll manningin bjargað

Óhappið hendi í ein útsynning sunnan, 120 fjórðingar úr Føroyum.

Allir sjey menninir á Eysturbúgvanum vóru bjargaðir um borð á Vesturbúgvan.

Óhappið hendi, tá skipini, sum partrolaðu, skuldu knýta bæði skip í trolið. Vesturbúgvin skuldi sigla móti Eysturbúgvanum.

Skaðanevndin sigur, at skiparin á Eysturbúgvanum hevði onga orsøk til at halda, at eingin var á brúnni á Vesturbúgvanum, tí Vesturbúgvin svaraði ikki Eysturbúgvanum, tí skiparin á Vesturbúgvanum svav.

Eysturbúgvin sakk, tí sjógvur kom inn á verksmiðjudekkið.

 

Kundi kravt mannalív

Var sjógvurin bara komin í maskinrúmið og rúmini við síðuna av tí, var Eysturbúgvin ikki sokkin, sigur skaðanevndin. 

Sjóvinnustýrið sigur, at niðurstøðan hjá donsku skaðanevndini er vantandi svøvnur, ikki nóg góður agi á brúnni, og tólini á brúnni vóru ikki brúkt nóg væl.

Óhappið 14. apríl kundi í ringasta føri kravt mannalív.

Sjóvinnustýrið fer nú at tosa við reiðaríini hjá fiskiskipum, so slíkt ikki endurtekur seg.

Les frágreiðingina frá donsku skaðanevndini her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109