Nýggi stjórin grannskoðaði roknskapin hjá bankanum

Nýggi stjórin grannskoðaði roknskapin hjá bankanum
Tað er ikki loyvt at átaka sær leiðandi starv hjá kunda fyrr enn tvey ár eftir, at viðkomandi er farin frá sum grannskoðari. Í hesum førinum gingu bara 16 mánaðir
Heini Thomsen, nýggjur stjóri í BankNordik, høgrumegin á myndini, grannskoðaði roknskapin hjá bankanum fyri 2020 bara 16 mánaðir eftir, at hann seinast arbeiddi sum grannskoðari fyri peningsastovnin..
 
27.07.2022 - 12:52

Nýggi stjórin í BankNordik, Heini Thomsen, var annar av uttanhýsis grannskoðarunum, sum gjørdi roknskapin hjá BankNordik fyri 2020, ið er undirskrivaður 25. februar 2021.

Lógin sigur annars, at tað ikki er loyvt at átaka sær leiðandi starv hjá kunda, sum hevur almennan áhuga, fyrr enn tvey ár eftir, at hann er farin frá sum grannskoðari. 

Heini Thomsen var settur sum stjóri í BankNordik 27. juni, 16 mánaðir eftir, at hann seinast arbeiddi sum grannskoðari fyri peningastovnin. 

Nevndin visti um hetta, sigur Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í BankNordik:

 

1540919

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109