- Tíðindi, mentan og ítróttur
Standmynd av Andreu Árting til kvinnudagin
Standmyndin av Andreu Árting í Steinatúni í Havn skal koma fyri kvinnudagin, 8. mars, næsta ár.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Kommunan hevur játtað 620.000 krónur, so enn vanta 2,2 milliónir krónur til verkætlanina.
Ætlanin er ikki nýggj.
Gunvør Balle, sum tá var forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði, kom við uppskotinum um standmyndina síðst í november í 2018.
Tórshavnar listaráð mælti til, at standmyndin verður í Steintúni.
Ráðið mælir til at byggja á nøkur fá krøv, millum annað boðskapin um Andreu Árting, sum eru kvinnujavnrættindi, sosialt rættvísi, áræði, áhaldni og sterk kvinnufyrimynd.
Verkið skal kennast fólksligt, ikki elitert, forvitnisligt og sjónligt í býarmyndini.
Andrea Árting var forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag í 40 ár.
Andrea Árting var forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag í 40 ár.