- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin súluveiða í ár
Eingin súluveiða verður í Mykinesi í ár.
Tað sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi, við vp.fo
Í seinastu viku vórðu myndir tiknar við dronu, sum hevur upptøkutól, ið sær hita, so staðfestast kundi, hvørjar súlur vóru livandi, og hvørjar vóru deyðar.
Hóast ikki er liðugt at hyggja allar myndirnar gjøgnum, hava tey higartil talt fleiri enn 100 deyðar súlur, sigur Esbern í Eyðansstovu.
Tí er avgerð nú tikin um, at fólk ikki fara eftir súlum í Mykinesi í ár, sigur hann.
Deyðar súlur eru eisini funnar aðrastaðni í landinum, síðani fuglakrím varð staðfest í fuglinum herfyri.
Súluveiðan í Mykinesi hevur fyrr verið avlýst, men tá hevur tað verið fyri veður.
Hoyr samrøðu við Esbern í Eyðansstovu her: