U18: Óli syrgdi fyri javnleiki

U18: Óli syrgdi fyri javnleiki
Tá ið bara fimm sekund vóru eftir, var Ísland á odda við einum máli, men so fór Óli allan vegin ígjøgnum og javnaði til 29-29 við einum sjáldsama væl avrikaðum máli!
Óli Mittún, sum var toppskjútti við 16 málum, tryggjaði Føroyum javnleik ímóti Íslandi við einum framúrskarandi einmansavriki
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
24.07.2022 - 17:11

Føroysku U18-menninir komu samanlagt burtur úr dystunum ímóti íslendingum sum vinnarar, tí eftir at hava vunnið 39-33 í gjár, spældu teir í dag javnleik, 29-29.

Dysturin í dag var munandi javnari enn í gjár, og serliga sást, at íslendingar ikki ætlaðu at leggja rygg til enn eitt tap fyri Føroyum í dag.

Støðan var 14-14 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki høvdu íslendingar hug til at fara framum við bæði tveimum og trimum málum.

Einmansavrik gav javnleik
Tá ið bara fimm sekund vóru eftir, var 29-28 til Ísland, og Føroyar høvdu bóltin heilt afturi í egnum horni.

Men við einum ótrúligum einmansavriki frá dagins spælara, Óla Mittún, eydnaðist at vinna javnleikin, tá ið Óli stríddi seg fram við íslendsku verjuni og sendi bóltin millum beinini á málverjanum.

Frøin var stór í fullsettu Hoyvíkshøllini, tá ið tað stóð greitt, at hetta sjáldsama málið aftur í dag gav stig fyri ein hartvunnan javnleik.

Hetta var samstundis mál nummar 16 hjá Óla Mittún, ið gjørdist toppskjútti í dystinum, og honum næstur var Ísak Vedelsbøll við seks málum. Besti íslendski málskjútti var Skarpheðin Ívar Einarsson við níggju málum.

Fyrireika seg til EM
U18-manslandsliðini hjá bæði Føroyum og Íslandi skulu í døgunum 4. til 14. august til EM-endaspælið í Montenegro, so dystirnir í gjár og í dag vóru fyrireiking til ta stóru uppgávuna.

Har eru føroysku menninir í bólki saman við so mætum hondbóltstjóðum sum Svøríki, Spania og Fraklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035