Nevndarlimur í Lærarafelagnum: Sálarfrøðingar í allar fólkaskúlaflokkar

Nevndarlimur í Lærarafelagnum: Sálarfrøðingar í allar fólkaskúlaflokkar
Allir teir 7.300 fólkaskúlanæmingarnir eiga at fáa boðið sálarfrøðiliga hjálp - ikki bara nakrir fáir, heldur nevndarlimur í Føroya Lærarafelag
Tað hevur týdning, at allir næmingar í fólkaskúlanum fáa skjóta, sálarfrøðiliga hjálp, hava tey brúk fyri tí, heldur Eyðbjartur S. Skaalum í Lærarafelagnum
Mynd: Savnsmynd  
 
23.07.2022 - 16:27

Politiski myndugleikin eigur at seta sálarfrøðingar í øllum fólkaskúlunum í landinum, júst sum skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík hevur tikið stig til.

Tað heldur Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, í nýggjari tíðargrein í Skúlablaðnum hjá Føroya Lærarafelag.

Neyðugt við skjótari hjálp

Eyðbjartur S. Skaalum heldur, tað er neyðugt, tí tað hevur stóra ávirkan á skúlagongdina, um næmingarnir ikki hava tað gott sálarliga ella ikki trívast.

Tí skjýtur nevndarlimurin í Føroya Lærarafelag upp, at sálarfrøðingar nú eiga at verða knýttir til allar flokkar í føroyska fólkaskúlanum, sum á Skúlatrøð.

– Trupulleikarnir hvørva ikki av sær sjálvum, og tað er sera umráðandi, at næmingar fáa skjóta og góða hjálp, vísir Eyðbjartur S. Skaalum á.

Bíðilistarnir langir í løtuni

Sinnisbati heitti herfyri á politiska myndugleikan um at geva børnum og ungum ta hjálpina, tey hava brúk fyri, so tey kunnu verða útgreinað.

Bíðilistarnir eru í løtuni langir, og tað er ikki lætt at sleppa til sálarfrøðing við børnum og ungum. Og tað kann eisini hava ávirkan á skúlagongdina.

– Vit lærarar klára ikki at hjálpa hesum børnunum. Tí haldi eg, politiski myndugleikin eigur at seta sálarfrøðingar í allar skúlaflokkar, sigur Eyðbjartur S. Skaalum.

Allir næmingar eiga at fáa boðið hjálp

Tað eru ikki øll børn í fólkaskúlanum, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, men tey, ið hava tørv á hjálp, eiga í øllum førum at fáa neyðugu hjálpina, heldur hann.

– Skipanin kundi verið gjørd, so sálarfrøðingar kunnu setast í einum ávísum øki. Er økið ov stórt, kundi tað verið býtt sundur, so hvør sálarfrøðingur fær eitt ávíst næmingatal, sigur Eyðbjartur S. Skaalum í samrøðu við Skúlablaðið.

Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya, ið eru frá september 2021, eru 7.309 næmingar í føroysku fólkaskúlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109