- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nólsoyar Páll avdúkaður fyri aðruferð í dag
Í dag klokkan 11.00 verður standmyndin av Nólsoyar Pálli eina ferð enn avdúkað.
Standmydin er komin aftur í Vágsbotn, men stendur nú úti í sjónum.
Standmyndin var flutt í november í 2020, tí skoytibreyt skuldi gerast í Vágsbotni.
Hon hevur ligið í einum kassa til nú, hon er komin aftur í Vágsbotn.
Nýskipað Vágsbotn
Í eini royndarverkætlan hevur Tórshavnar kommuna nýskipað allan Vágsbotn.
Endamálið er at royna ymisk hugskot í verki í summar.
Í royndarverkætlanini er vegurin í Vágsbotni umskipaður í ein boga út um eitt nýtt uppihaldstorg mitt í økinum.
Sølubásar og framsýningarhjallar eru komnir.
Nærum 100 metrar av træbryggju eru gjørdir framvið fiskatorginum og suðureftir.
Jóannes Lamhauge, sum er arkitektur hjá Tórshavnar Kommunu, greiddi frá ætlanini í Góðan morgun Føroyar í vikuni.