- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir: Nýtt býarrúm og nýggj staðseting til Nólsoyar Páll
Myndir: Ólavur Frederiksen
Nógv fólk vóru komin saman í góðveðrinum, tá nútímansgerðin av økinum í Vágsbotni varð tikin alment í nýtslu og nýggja staðsetingin av standmyndini av Nólsoyar Pálli avdúkað.
"Endamálið er at nútímansgera alt torgið í Vágsbotni, so umstøðurnar at keypa og selja í Vágsbotni gerast enn betri, samstundis sum betri rúmd verður fyri mentanarligum tiltøkum," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í síni røðu.
Í royndarverkætlanini er vegurin í Vágsbotni umskipaður í ein boga út um eitt nýtt uppihaldstorg mitt í økinum.
Stórt harmonikulið spældi undir til tiltakið.
"Vit royna nú nakrar býarskipanarligar leistir í verki, ið koma at verða leiðbeinandi fyri, hvørji langsiktað inntriv verða mett at gagna økinum sum eitt alment býarrúm til trivnað og uppihald," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann alment læt nýggja býarrúmið í Vágsbotni upp í morgun.
Sølubásar og framsýningarhjallar eru komnir.
Nú stendur Nólsoyar Páll aftur í Vágsbotni, og nýggja staðsetingin er funnin í samráði við myndhøggaran, Hans Paula Olsen.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, gjørdi vart við, at hetta er fyrsta byggistig, og til ber hjá fólki at síggja á uppsløgunum í Vágsbotni, hvussu alt fer at síggja út, tá prosjektið er liðugt.
Eitt nú verður ein træbryggja gjørd rundan um standmyndina, so hon sæst úr øllum heraðshornum.