- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borðtennislegenda setur ólavsøkuna
Tað er ikki av leið at siga, at Peter Hentze Niclasen er ein livandi borðtennislegenda. Og tað er orsøkin til, at hann í ár fær heiðurin at seta ólavsøkuna.
Peter Hentze Niclasen hevur verið sera virkin í borðtennis og vunnið hópin av føroyameistar, og í løtuni er hann formaður í kappingarnevndini hjá Borðtennissambandi Føroya.
Setanin verður, enn sum áður, á Vaglinum seinnapartin ólavsøkuaftan.
Harald Joensen, formaður í Føroya Ítróttarráð, sum skipar fyri ólavsøkuna, sigur við in.fo, at tey hava ikki nakrar beinleiðis reglur at ganga eftir, tá ið støða verður tikin til, hvør skal fáa heiðurin at seta ólavsøkuna.
Men tað skal helst verða onkur, sum er uppi í ítrótti upp á ein ella annan hátt, og hesa ferð hildu tey, at Peter Hentze Niclasen hevði uppiborið hendan heiðurin.
Livandi legenda
Peter Hentze Niclasen vann sítt fyrsta føroyameistaraheitið í einmansleiki í borðtennis í 1984, og sítt higartil - mann má ongantíð avskriva Peter - síðsta í 2013. Samanlagt 15 ferðir hevur hann verið føroyameistari í borðtennis í einmansleiki.
Serliga um aldarskiftið var Peter Hentze Niclasen einaráðandi í borðtennis við monnum, tá hann vann føroyameistaraheitið átta ár á rað frá 2000 til 2007.
Harumframt hevur Peter Hentze Niclasen eisini vunnu føroyameistaraheitið í tvímansleiki átta ferðir, og so hevur hann eisini vunnið árligu Grand Prix-kappingina átta ferðir. Seinast í 2017.
Peter Hentze Niclasen hevur eisini umboðað Føroyar í oyggjaleikum átta ferðir, og í 2001 vunnu Kjartan Eli Hentze og Peter Hentze Niclasen bronsu í tvímansleiki á Isle of Man.
Peter Hentz Niclasen hagtøl:
Føddur: 1968
Felag: Tór
Føroyameistarin í einsmansleiki: 1984, 1986, 1988, 1989, 1990, 1992, 2000, 2001, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2013 (15 ferðir)
Føroyameistarin í tvímansleiki: 1992, 1996, 2001, 2004, 2005, 2007, 2008, 2011 (8 ferðir)
Grand Prix-vinnari: 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2014, 2015, 2017 (8 ferðir)
Kelda: btsf.fo