- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spakin til nýggja Húsarhaldsskúlan verður settur í sum skjótast
- Spakin verður settur í sum skjótast, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum.
Bíðað verður nú bara eftir, at løgtingið samtykkir at hækka játtanina til skúlan.
Húsarhaldsskúlin á Biskupstorgi í Klaksvík fer at kosta 85,6 milliónir krónur. Tað eru góðar 18 mió. kr. fleiri enn upprunaliga mett.
Parturin hjá landskassanum hækkar góðar 16 milliónir krónur.
Sambært galdandi lóg um studningslán er studningurin 21 milliónir krónur.
Men nú er ein lógarbroyting á veg, ið skal geva landsstýrismanninum heimild at veita í mesta lagi 37 milliónir krónur til byggingina.
Prísurin kemur ikki óvart á stjóran
Sambært nýggja kostnaðinum rindar landskassin góðar 37,3 mió. kr., Klaksvíkar kommuna 21 mió. kr. og Bústaðir 27,6 mió. kr.
Samlaði kostnaðurin upp á 85,6 mió. kr. er væl hægri enn upprunaliga mett, men tað kemur ikki óvart á, sigur skúlastjórin.
Byggifelagið Kanjon skal byggja nýggja húsarhaldsskúlan, sum væntandi verður liðugur í 2024.