- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sálarligir arbeiðsskaðar verða ikki fráboðaðir
Sálarligir arbeiðsskaðar hjá lærarum eru ikki fráboðaðir sum arbeiðsskaði til myndugleikarnar, um vit hyggja at hagtølunum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í eini grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
- Vit síggja avleiðingarnar av ótryggum sálarligum arbeiðsumhvørvi, tá limir í Lærarafelagnum leggjast fyri, men vit vita lítið um umstøðurnar annars. Soleiðis er støðan við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á nógvum arbeiðsplássum í Føroyum, og vit hava fáar og avmarkaðar skipanir at stuðla sálarliga arbeiðsumhvørvið. Sálarliga arbeiðsumhvørvið er ov illa skipað, og tað eiga vit at bøta um, sigur hann.
Loysnin
Ein loysn, sum Jacob Eli Olsen heldur kann lýsa trupulleikan, er um onkur fer at granska í sálarligum avbjóðingum hjá lærarum við pengum úr fænum úr frítíðargrunninum, sum Granskingarráðið umsitur. Grunnurin hevur 10 milliónir:
- Hetta er ein upplagdur møguleiki at kanna sálarligu arbeiðsumstøðurnar, fyri at fáa neyðuga vitan til at gera munagóðar batar. Nú eru 10 milliónir tøkar at lata sum stuðul til verkætlanir, sum fara at gagna arbeiðsmarknaðinum í framtíðini; tað kann vera til smærri kanningarverkætlanir ella t.d. ph.d.-verkætlanir. Vónandi finna nakrar av hesum krónum leiðina til verkætlanir, ið ætla at kanna og bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Øll greinin kann lesast her