
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvur spennandi ítróttur er á skránni í dag. Bæði kappróðrarfólk og U20-hondbóltsmenninir hjá Føroyum skulu kappast.
Kappróður er á vestanstevnu, meðan U20-landsliðið skal spæla um níggjunda plássið ímóti Slovenia í EM-endaspælinum í Portugal.
Kappróðurin á vestanstevnu verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum kl. 15.00, meðan U20-hondbóltsdysturin ímillum Føroyar og Slovenia verður sendur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Dysturin byrjar klokkan 18.30.