Grindadráp á skránni í bretska parlamentinum

Grindadráp á skránni í bretska parlamentinum
104.000 fólk hava undirskrivað áheitan móti at steðga grindadrápi, og tí skal grindadráp nú umrøðast í Westminster Hall
Stóra springaradrápið í september í fjør, tá ið 1428 hvalir vórðu hildnir til, hevur fylt nógv bæði í føroyskum og altjóða miðlum. Nú verður kjakast um grindadráp í Westminster Hall.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.07.2022 - 15:06

Bretskir parlamentslimir fáa í dag høvi til at kjakast um grindadráp, og um fríhandilsavtalan við Føroyar fyribils skal setast úr gildi. 

Tað hendir, eftir at ein áheitan móti grindadrápi hevur fingið oman fyri 104.000 undirskriftir. Tá ið ein áheitan fær yvir 100.000 undirskriftir, verður støða tikin til, um málið skal takast upp í parlamentinum. 

Og tað verður mett, at grindadráp skal umrøðast, tí nevndin, sum varðar av málinum, hevur sett tað á skránna til eitt kjak í Westminster Hall klokkan seks í dag. 

Í tí sambandi er heitt á John Nicolson, tingmann fyri skotska loysingarflokkin SNP, um at vera talsmaður fyri uppskotinum. 

Hann hevur áður givið til kennar, at hann metir grindadráp vera djórapínsla. 

Sambært skránni er konservativa tingkvinnan Penny Mordaunt, ráðharri fyri samhandil, talskvinna fyri stjórnina.

 

Krevja fríhandilsavtaluna ógildaða

Stig blivu tikin til áheitanina í kjalarvørrinum av springaradrápinum í Skálafirði í fjør, tá ið 1.428 springarar vórðu hildnir til.

Í áheitanini verður víst á, at Føroyar og Bretland í 2019 undirskrivaðu eina fríhandilsavtalu, sum loyvir føroyingum at útflyta fiskavøru og laks fyri eitt virði upp á umleið 900 milliónir krónur á bretska marknaðin. 

Kravt verður, at handilsavtalan verður sett úr gildi, til føroyingar gevast at veiða hval. 

Í sambandi við, at áheitanin fekk meira enn 10.000 undirskriftir, mátti bretska stjórnin viðmerkja málið. Tann 26. oktober 2021 staðfesti bretska stjórnin, at hon tekur frástøðu frá hvalaveiðu og fer framhaldandi at heita á føroyingar at gevast við grindadrápi. Einki bleiv tó nevnt um at seta fríhandilsavtaluna úr gildi. 

Men um vikuskiftið boðaði Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá einum árligum veiðuhámarki á springarum.

- Tað er ikki heilt av tilvild, at uppskotið frá landsstýrinum kemur fram nú, samstundis sum bretska parlamentið fer at viðgera springaradráp, sigur Árni Skaale.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087