- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið er nú oman fyri 54.000
Yvir 54.000 fólk eru nú í Føroyum. 1. juni búðu 54.000 fólk í Føroyum.
Síðani juni í fjør er fólkatalið vaksið 1,3 prosent. Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013, lá fólkatalið um 48.000.
Fyri fimm árum síðani búðu 50.000 fólk í Føroyum.
Stóri fólkavøksturin er tó viknaður nakað seinastu mánaðirnar.
Høvuðsorsøkin er, at færri børn eru fødd, og fleiri fólk eru deyð. Burðaravlopið seinasta árið er bara 162. Tað er farið niður í eina helvt av tí, tað var.
Men nettoflytingin er vaksin. Hon er 521 fólk.
Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu og Eysturkommunu.
Tað minkaði mest í Sands kommunu, Hvalbiar kommunu og Sørvágs kommunu.
Lutfalsligi størsti vøkstur er í Nes kommunu, Eiðis kommuna og Eysturkommuna.
Lutfalsliga størsta afturgongd er í Sands kommunu, Húsavíkar kommunu og Fámjins kommunu.