- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur framá við grønari orku
Tilsamans slakir 93 GWt í mun til góðar 10 GWt fyrra hálvár í fjør. Býtið millum varandi orku og termiska orku í samlaðu framleiðsluni var 44,4% varandi orka og 55,6% termisk orka. Fyrra hálvár í fjør var hetta býtið 40/60.
Tað er serliga framleiðslan úr vatni, sum hevur hilnast væl í ár, við 61,2 GWt í mun til 49,5 í 2021. Einans í 2014 og 2015 við óvanliga nógvum avfalli, hevur verið framleitt meira við vatni. Allir mánaðir í fyrra hálvári hava hilnast væl við vatni, og serliga januar og mars vóru framúr góðir. Eisini í juni var nógv avfall fyri árstíðina, og framleiðslan úr vatni var 40 hægri enn miðal fyri juni.
Framleiðslan úr vindi var fyrra hálvár var eitt vet betri enn sama tíðarskeið í 2021, men tó nakað frá metárinum 2018. Hetta hevur samband við tær avbjóðingar, sum hava verið og enn eru við Enercon myllunum.
Framleiðslan við termiskari orku var lægri fyrra hálvár í ár, enn bæði í 2020 og 21.