Ikki nøktandi úrslit

Ikki nøktandi úrslit
Leiðslan í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar er ikki nøgd við úrslitið hjá felagnum í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.07.2022 - 14:41

Leiðslan í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar er ikki nøgd við úrslitið hjá felagnum í fjør. Tað sigur hon í ársfrágreiðingini fyri 2021.

Nettosølan hjá felagnum var slakar 140 milliónir krónur í fjør. Úrslitið eftir skatt var 78,5 milliónir krónur.  

Í seinna hálvári var sølan 73 milliónir krónur. Hon skuldi verið 27 milliónir størri.

Tær 27 milliónirnar eru so komnar úr landskassanum. Tí landið hevur bundið seg til at gjalda munin millum veruligu ferðsluna og ferðsluna, sum er kravd, fyri at felagið ikki hevur hall.

27 milliónir krónur svara til 148.000 krónur um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946