- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sløkkiliðssamstarv
Endamálið við avtaluni er á best møguligan hátt at tryggja eina skynsama sløkking og bjarging úr báðum tunnilsmunnum.
Kommunurnar hava skyldu til at røkja tilbúgvingina í sambandi við tunnilin, og tær hava eisini samstarvað um hetta, síðani tunnilin kom.
Áður vóru tær tá tríggjar kommunurnar í økinum saman um Sløkkiliðið FLG, sum stóð fyri Fuglafirði, Leirvík og Gøtu.
Men nú er samstarvið formliga fest í hesa nýggju samstarvsavtaluna, ið borgarstjórarnir í teimum báðum núverandi kommununum, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, hava skrivað undir.
Fuglafjarðar kommuna hevur fyri ikki so langari tíð síðani fingið ein nýggjan sløkkiliðsbil, og í Eysturkommunu hava tey tvær væl útgjørdar sløkkiliðsbilar.
Kommunurnar eru samdar um, at samstarvsavtalan skal eftirmetast við ársenda í 2023.