- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmáli um at leingja grótverju
Sáttmáli um at leingja grótverju
Grótverjan í Oyrunum á Toftum skal leingjast 80 til 90 metrar
03.07.2022 - 15:40
Tað skrivar Nes kommuna á síni heimasíðu.
Sáttmáli er gjørdur við fyritøkuna RTS um at gera arbeiðið, sum fer at kosta um átta milliónir krónur.
Harafturat rindar kommunan fyri trygging, ráðgeving og eftirlit.
Tríggjar arbeiðstakarar vóru bidnir um at geva tilboð, og av teimum átti RTS lægsta tilboðið.
Grótið til grótverjuna verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og er nøgdin umleið 38.000 rúmmetrar.
Arbeiðið fer ætlandi í gongd í næsta mánaði og skal vera liðugt til várs.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV