Veðurstovan víðkar nú um virksemið

Veðurstovan víðkar nú um virksemið
Trý fólk eru sett í starv, so verulig gongd kann koma á arbeiðið hjá stovninum
Ein veðurballón verður send upp frá Veðurstovuni. Stovnurin hevur nú sett trý starvsfólk afturat
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
02.07.2022 - 10:27

Veðurstovan, sum byrjaði fyri einum ári síðani, víðkar nú um virksemið. Trý nýggj starvsfólk eru sett, so verulig gongd kann koma á arbeiðið hjá Veðurstovuni, sigur Vørn í tíðindaskrivi.

Stovnurin hevur sett ein royndan veðurfrøðing í hálvtíðarstarv, eina veðurvakt og mennara og ein KT-mennara. Tey bæði størvini eru fulla tíð.

Uppgávurnar hjá nýggju starvsfólkunum verður millum annað at upplæra veðurfrøðingar, savna inn veðrið frá øllum landinum og at menna talgildar tænastur og heimasíðu.

Veðurtænastur fyri allar Føroyar mennast

Á Veðurstovuni, sum er deild undir Vørn, eru frammanundan settir tveir veðurfrøðingar og ein deildarleiðari, umframt tímaløntir ráðgevarar og hjálparfólk.

Veðurstovan miðar eftir at yvirtaka og menna allar veðurtænastur fyri Føroyar. Men, í fyrstu syftu verður miðað eftir yvirtiknu økjunum. Tað vil siga veðrið á landi og sjógvi, umframt mátingar.

– Ilt er at meta um, nær hetta arbeiðið er komið undir land, men við nýggju starvsfólkunum kemur nú veruliga gongd á hetta arbeiði, sigur Vørn í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109