- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera á í miðbýnum i Havn fyri 12 mió. kr.

12 milliónir krónur skulu brúkast til at gera eina á í miðbýnum í Havn.
Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjár.
J&K Petersen hevði nógv lægsta tilboðið upp á arbeiðið, góðar 9,4 milliónir krónur.
Tvey onnur tilboð vóru, men tey vóru yvir 15 milliónir krónur. Aftrat koma so aðrar útreiðslur.
Arbeiðið byrjar ikki fyrr enn summartiltøkini í miðbýnum eru liðug. Byggitíðin er mett at vera átta mánaðir.
Løgtingið er við í verkætlanini og rindar ein part, sigur Tórshavnar býráð.
Havnará skitin
Ætlanin er ikki at lata upp Havnará, men at gera eina á oman á henni. Reint vatn verður í ánni, og dálkað verður leitt uttanum.
Lívfrøðiligar kanningar vístu í summar, at vatnið í Havnará oman fyri Sjónleikarhúsið er dálkað við E. Coli og koliformum bakterium.
Vatnið er sera illa dálkað. Kanningin bendir á, at kloakkvatn rennur í ánna.
Verkætlanin er í fyrsta umfari um strekkið frá Betri banka oman til sunnara enda á Tinghúsvøllinum, har standmyndin av R.C. Effersøe er. Verkætlanin er í trimum stigum.
Zeta Architects hevur gjørt eitt skipanaruppskot.