- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uffe Ellemann-Jensen deyður

Ein av týdningarmestu politikarunum í danskari søgu, Uffe Ellemann-Jensen, er deyður eftir langa sjúkralegu, 80 ára gamal.
Uffe Ellemann- Jensen var formaður í Vinstra-flokkinum í fjúrtan ár, og man vera best kendur sum danskur uttanríkisráðhari frá 1982 til 1993 í stjórnini hjá Poul Schlüter.
Hann gjørdist ongantíð forsætisráðharri, hóast tað var líka við í 1998, tá íð hann tapti móti Poul Nyrup Rasmussen og danska javnaðarflokkinum. Tað var millum annað valið í Føroyum, sum gjørdi, at hann ikki vann ta ferðina. Stutt eftir fór hann frá sum formaður og Anders Fogh Rasmussen tók við leiðsluni í Vinstra-flokkinum.
Gavst í politikki
Eftir at hann fór úr politikki í 2001, var hann íðin politiskur viðmerkjari til tað síðsta og tók millum annað lut í kjakinum um donsku verjufyrivarnini, sum vóru til fólkaatkvøðu herfyri.
Uffe Ellemann-Jensen er pápi at fýra børnum, og tey kendastu eru núverandi formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen og Karin Ellemann Jensen, sum eisini er virkin í politikki og er fyrrverandi ráðharri.