- Tíðindi, mentan og ítróttur
U20-hondbóltslandsliðið er tikið út
Føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti, sum skal spæla EM-endaspæl í Portugal í summar, er tikið út, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Landsliðsvenjararnir, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher, hava tikið 18 spælarar út til kappingina, sum verður í juli.
Talan er um eitt sterk hóp við millum annað Eliasi á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Paula og Óla Mittún og Paula Jacobsen.
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin
Vinstru vengur:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, KÍF
Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Hanus Árason, Neistin
Bogi Hansen, H71
Strikur:
Viktor Johan Nørlyng Gaini, GOG Svendborg
Sakir Frýdal, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, H71
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Kyndil
Kristoffur Bjørgvin, Kyndil
Kappingin verður í tíðarskeiðmum 7. - 17. juli.
Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Slovenia var hægst styrkismett í bólkinum og Føroyar hava ikki møtt teimum fyrr.
Føroyar hava møtt Danmark einaferð. Tað var í august í 2021 í Scandinavian Open, tá Danmark vann við tveimum málum.
Ungarn hava Føroyar møtt eina ferð fyrr í hesum árganginum. Tað var til European Open í 2019 og tá vann Føroyar 22-20.
Leiksskráin:
Hósdagin 7. juli: Danmark - Føroyar
Fríggjdagin 8. juli: Føroyar - Slovenia
Sunnudaign 10. juli: Ungarn - Føroyar.