Áseta makrelkvotuna í hesi vikuni

Áseta makrelkvotuna í hesi vikuni
Føroysku skipini hava nakað eftir av makrelkvotuni frá í fjør, sum tey longu kunnu fiska
Í hesari vikuni verður greitt, hvussu stór makrelkvotan verður í ár.
Mynd: Kommunufelagið.  
 
13.06.2022 - 16:04

Makrelkvotan fyri 2022 verður ásett í hesi vikuni.

Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður, sum skal í samráð í Uttanlandsnevndini, áðrenn kvotan verður ásett.

Samlaða veiðan, sum ICES mælir til í ár, er nakað minni enn í fjør, og tí verður tilmælið hjá landsstýrismanninum samsvarandi tí.

 

Hava kvotu eftir frá í fjør

Føroysku skipini hava nakað eftir av makrelkvotuni frá í fjør, sum tey longu kunnu fiska.

Tey leitaðu eftir makreli í farnu viku, men fingu ikki stótvegis, eitt sindur av blandaðum fiskiskapi av sild og makreli.

Makrelurin var rak, og fullur í æti, so stórvegis virði er ikki í honum enn.

Føroyska makrelkvotan í fjør var 167.048 tons, sum vóru 19,6 prosent av mest loyvdu veiðuni, sum strandarlondini samdust um 4. desember í 2020.

 

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Hækkaðu sín part

Í fjør hækkaði Føroyar sín part í sama lutfalli sum Noreg gjørdi.

Føroyski parturin var annars 12,6 prosent um árið sambært makrelsemjuni við ES og Noreg frá 2014.

Men tann semjan fór úr gildi við árslok í 2020.

Strandarlondini samdust ikki um at áseta eina samlaða kvotu í ár, og tí eru londini longu farin undir at samráðast um makrelkvotuna fyri 2023.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342